Leita nú eftir ársins fyrstahjálpara

Hann fær heiðurin í februar

Seinastu árini hevur Reyði Krossur í Føroyum á hvørjum heiðra onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri at veita onkrum kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp

Og tað fer Reyði Krossur eisini at gera í ár, og nú heita tey so á fólk, sum hava onrkan, tey halda, eigur hendan heiður uppibornan, sum at siga teimum frá.

 

Endamálið er at varpa ljós á, hvussu stóran týdning, tað hevur at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

 

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av lærarunum í fyrstuhjálp, og nevndini hjá Reyða Krossi. Ársins Fyrstahjálpari 2015’ verður tilnevndur hósdagin 18. februar.