Enn hevur tað ikki eydnast at finna 67 ára gamla Rólant Nónfjall, ið leitað hevur verið eftir síðani í gjár.
Løgreglufólk, bjargingarfólk og sjálvboðin hava í morgun leitað vestanfyri og sunnanfyri, meðan tyrlan hevur leitar úr luftini og Brimil á sjónum.
Fólk sum Miðlahúsið hevur tosað við í Vági siga, at nú verður gingið hús úr húsi og leita. Heitt verður eisini á fólk um at hyggja í allar hjallar og úthús.
Harumframt hevur løgreglan sperrað alt økið frá vatninum og vestureftir av, so eingin óviðkomandi órógvar leitingina vestanfyri.
Leitað hevur verið eftir Rólanti Nónfjall síðani umleið klokkan 14 í gjár. Hann er seinast sæddur umleið klokkan 15:30 til gongu eftir Eiðisvegnum í ein vestan. Hann var tá sannlíkt einum myrkum jakka og er í myrkum buksum og í ljósum inniskóm.
Rólant er roykjari og hevur sum oftast eina ball í munnklovanum.
Hann er 165 til 170 cm høvur. Hevur stuttklipt brúnt hár og er heldur prúður á at líta.
(Myndir; D. Olsen)