Leita framvegis eftir tyrluni

Í Peru leita bjargingarlið framvegis eftir ferðafólkatyrluni, sum hvarv nærhendis býnum Cusco gjáranáttina. 14 fólk vóru í tyrluni. Av teimum vóru 12 útlendsk ferðafólk, og teirra millum er ein svenskur ríkisborgari. Hini eru úr Suðurkorea, Kekkia, Niðurlondum og Peru.

-Vit vóna, at tyrlan er neyðlend onkunstaðni, men vánaligt veður og kavi hava darvað leitingina, sigur løgregluovastin í Cusco, Hector Dulanto, við fjølmiðlarnar.

Ferðafólkatyrlan fór úr býnum Mazure seint mikukvøldið við kós ímóti Cusco. Tá eftirlitið misti sambandið tyrluna, var hon í 4.725 metra hædd einar 140 kilometrar frá Cusco, sum er eitt sera væl umtókt ferðamál.