Seinnapartin í dag rapaði eitt íshelli í Breiðamerkurjökuli í Íslandi, meðan fólk vóru inni í hellinum.
Fyrr í kvøld visti íslendska løgreglan at siga, at tvey fólk eru bjargað úr leivdunum, men at tey hava fingið álvarsligar løstir.
Um 22-tíðina í kvøld varð framvegis leitað eftir tveimum fólkum, sum vóru í hellinum, tá tað rapaði.
Løgregluovastin, Sveinn Kristján Rúnarsson, segði við íslendska ríkisútvarpið - RUV - at viðurskiftini á vanlukkustaðnum eru ógvuliga trupul.
- Tað er trupult at fáa fatur í útgerð og bjargingararbeiðið, sum verður gjørt, verður mest gjørt við hond, legði hann aftrat.
Sagt verður, at bjargingarfólk hava ikki havt samband við tey saknaðu, síðan vanlukkan hendi.
Tilsamans 25 fólk vóru við íshellið, tá tað rapaði, men sambært løgregluni sluppu øll óskalað frá hendingini - uttan tey fýra umrøddu.
Um 21-tíðina í kvøld var eitt stórt bjargingarlið við umleið 200 fólkum í gongd, og her var eisini løgregla, sjúkrabilar og tvær bjargingartyrlur.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ein-ishola-i-islandi-er-rapad