Í fleiri dagar hevur ein tyrla hjálpt til við leitingini ymsastaðni kring Sisimiut, har hin 69 ára gamla, Pauline Kleist, sporleyst hvarv hin 19. januar í ár, tá hon varð seinast sædd.
Sambært vaktleiðaranum hjá Grønlands Politi, Brian Thomsen, er leitingin eftir kvinnuni ikki steðgað. Tað sigur hann við heimasíðuna hjá Sermitsiaq.
Í dag, týsdagin umleið klokkan 15, er ein vika liðin, síðan Pauline Kleist seinast varð sædd í Sisimiut. Nógv sjálvboðin hava eisini verið við í leitingini.
Løgreglan hevur eisini heitt á fólk í býnum um at leita í kjallarum, skúrum, bátum og bingjum. Tað fyllir nógv millum fólk í Sisimiut, at kvinnan ikki er komin afturíaftur.
Tá Pauline Kleist varð sædd seinast, var hon í svørtum vetrarjakka og svørtum buksum. Løgreglan ynskir framvegis at frætta frá fólki, sum kunnu vita um okkurt at siga.
##med2##