Alt bendir á, at teir, sum burturfluttu tann fimm ára gamla Oliver í gjár, høvdu fyrireikað seg væl Danska løgereglan hevur framvegis ikki funnið tann fimm ára gamla drongin Oliver, sum bleiv burturfluttur uttan fyri ein barnagarð í Virum á Norðursælandi seinnapartin í gjár.
Løgreglan sigur, at hennara kanningar í nátt hava staðfest, at burturflytingin var væl fyrireikað.
Í gjár kundu vitni greiða løgregluni frá, hvat nummar bilurin hjá burturflytarunum hevði, men seinni kom fram, at talan var um tvær nummarplátur, sum vórðu stolnar av einum bili í Albertslund.
Oliver var saman við mammu síni uttan fyri barnagarðin, tá ein maður tók hann, meðan ein annar helt mammuni. Tann triði sat í bilinum og bíðaði.