Portugisiska løgreglan leitar framvegis eftir 4 ára gomlu burturfluttu gentuni. Nýggjur sannleiki er nú komin undan kavi Tað verður framvegis leitað eftir Madeleine McCann, sum fyri skjótt fýra vikum síðan varð burturflutt frá sínum ensku foreldrum, sum saman við dóttrini vóru á útferð við Algarve-strondina í Portugal. 4 ára gamla Madeleine varð burturflutt frá hotelsong síni, meðan foreldrini vóru og ótu á matstovu góðar 60 metrar frá hotellinum.
Nú tað fer at tátta í fýra vikum hjá foreldrunum uttan dóttrina, er parið komið fram við nýggjum sannleika. Tey hava nevniliga fleiri ferðir sagt við løgregluna, at tey hava hildið eitt vakið eyga við dóttrina allatíðina. Nú vísa tey hesum aftur, og viðganga, at tey í 50 minuttir ikki hugdu inn til dóttrina. Hetta gevur portugisku løgregluni nýggja slóð at ganga eftir, sum higartil hevur handtikið tveir menn, sum báðir eru leyslatnir aftur - tó við banni ímóti at fara úr økinum, har leitanin eftir Madeleine fer fram.