Leita framvegis eftir Honnu

78 ára gamla Hanna Christophersen er sædd í Havn, men enn hevur ikki eydnast at finna konuna, sum hevur verið saknað síðani fyrrakvøldið Í fráboðan til miðlarnar sigur løgreglan, at tey framvegis sakna Honnu Christoffersen úr Vestmanna.

Sum áður fráboða, er hon seinast sædd í Vestmanna seint mánakvøldið.

- Fráboðan er komin, um at man hevur sæð eina kvinna svarandi til saknaðu á Sverrisgøtu millum klokkan 10-11 í gjár.

- Eisini hava vit fingið fráboðan um, at kvinna er sædd á Vegnum Langa við bilasøluna hjá Reyni Service umleið klokkan 18.00 í gjár, verður sagt í fráboðan, sum er send miðlunum.

Løgreglan veit, at tann saknaða royndi at tumla ein bil til Havnar leygardagin, men tá varð hon ikki tikin upp.

Hanna Christophersen er 150 cm til hæddar, ógvuliga spinkul av bygningi, hevur grátt hár, ber brillur, er ílætin myrkan jakka, møguliga í hvítari bundnari troyggju og svørtum tuflum. Hon er illa gond og er senil dement.