Leita framvegis eftir egnaðum hølum

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum viðgongur, at umstøðurnar á Hotel Tórshavn eru vánaligur til at hýsa sjúklingum og avvarðandi. Arbeitt verður við at finna egnaðan bygning, sum ætlanin er at keypa.

Sjálvt um heilsuverkið hevur lagt billet inn at keypa eitt niðurlagt røktarheim á Nørrebro í Keypmannahavn til sjúklingahotell, so er ógvuliga óvist, um tað fer at eydnast at fáa hendur á bygninginum. Kommunan er nevniliga eisini út eftir bygninginum, sum ætlanin er at brúka til heimleys.
Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismanni við almanna- og heilsumálum, verður bíðað eftir svari frá grunninum, sum eigur bygningin. Viðtøkurnar fyri grunnin siga, at húsið skal brúkast til sosial endamál, og tí er valla nakar ivi um, at Hotel Tórshavn sum sjúklingahotell lýkur hetta kravið.
Hinvegin er nakað, ið bendir á, at leiðslan í grunninum hellur til at selja kommununi bygningin til tey heimleysu, heldur Hans Pauli Strøm. Tí er torført hjá honum at gera meiri við tað málið, júst nú.
Hinvegin so arbeiðir heilsuverkið við at kanna aðrar møguleikar. Millum annað ígjøgnum leiðsluna á sjúklingahotellinum og føroyska umboðsmannin í Keypmannahavn.
- Fyri fimm vikum var málið uppi á landsstýrisfundi, og her fekk eg undirtøku at arbeiða víðari við málinum um at kortleggja tørvin og síðani at finna røttu loysnina, sigur Hans Pauli Strøm
Saman við aðalstjóra sínum, Poul Geert Hansen, fer landsstýrismaðurin til Keypmannahavnar um tvær, tríggjar vikur, fyri at seta ferð á keypstilgongdina ella í øllum førum at veita føroyskum sjúklingum og avvarðandi teirra betri bú- og gistingarmøguleikar í sambandi við viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum.