Leita framvegis eftir barni og foreldrum

Danska løgreglan leitar enn eftir tí nú 12 dagar gamla smábarninum, sum foreldrini burturfluttu av sjúkrahúsinum í Esbjerg fríggjadagin Hóast løgreglan hevur almannakunngjørt myndir av foreldrunum, og hvussu tey eita, so hevur hon framvegis ikki fingið nakrar upplýsingar, sum kunnu loysa málið.

Erik Lindholdt hjá løgregluni í Esbjerg sigur við DR, at løgreglan hevur fingið fleiri upplýsingar frá fólki, men kortini einki, sum sigur, hvat foreldrini og barnið kunnu vera.

Erik Lindholdt sigur, at tað kann hugsast, at foreldrini eru farin úr Danmark við barninum, og tí eru tey nú eftirlýst um alt Evropa.