Leita framvegis...

Fólkaflokkurin hevur enn ikki funnið avloysaran til Jørgen Niclasen

STARV

Enn er eingin nýggjur fiskimálaráðharri funnin.
Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni er áhugin alt annað enn lítil fyri starvinum. Fleiri valfeløg hjá Fólkaflokkinum hava kannað sær bitan, men skal ein trúgva almennu meldingunum, so er eingin avloysari funnin enn.
Óli Breckmann, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, sigur, at tað verður tingbólkurin, landsstýrisumboðini og floksleiðslan, sum fara at taka avgerðina.
Floksleiðslan er mannað við tveimum umboðum úr hvørjum valdømi og tveimum umboðum frá Fólkafloks ungdómi.
Tað er løgmaður, sum setir og loysir landsstýrismenn úr starvi.
?Áhugin er vanliga stórur, og tað er hann eisini hesaferð, sigur Òli Breckmann.
Nógv hava seg ella onnur fram, og Fólkaflokkurin vantar ikki egnað fólk, metir Òli Breckmann.
Hóast leysasøgurnar hava verið nógvar, hevur tað ikki eydnast okkum at seta saman nakra lista yvir kanditatar. Óli Breckmann vildi ikki siga nakað um nøkur nøvn.
Áhugin sigast at vera stórur, og ikki minst í Suðuroynni banka tey hart upp á fyri at fáa umboðan.
?Suðuroyingar fáa møguleikan at koma við uppskotum sum øll onnur, sigur Òli Breckmann.
Sjálvur ætlar Òli Breckmann sær tó ikki í landsstýrið.
?Eg havi nóg mikið at gera við at vera formaður fyri tingbólkin og formaður fyri fíggjarnevndina, sigur Òli Breckmann.
Tað verður ivaleyst meira at frætta um heita stólin í Fiskimálaráðnum í komandi viku.