Amerikanarar hava illgruna um, at fleiri av fyrrverandi leiðarunum í Irak eru flýddir til Vesturevropa.
Amerikanska blaðið Washington Times skrivaði fyrr í vikuni, at fleiri av teimum iraksku leiðarunum gøvdu fingið franskt pass frá fronsku sendistovuni í Sýrialandi. Passið gevur fólki innferðarloyvi til ES-londini. Fronsku myndugleikarnir hava avsannað, at teir hava latið irakum pass, men kortini er CIA farið undir at leita í Vesturevropa. Keldur í Washington siga, at CIA hevur illgruna um, at nakrir av teimum týdningarmestu leiðarunum í Irak eru flýddir hendanvegin.
Amerikanararnir siga, at teir vilja hava fatur á 55 fyrrverandi irakskum politikarum og embætisfólkum, men enn hava teir bara funnið 19 teirra.