Leita enn eftir stjóra

Almenna norska oljufelagið Statoil hevur framvegis ikki fingið nýggjan stjóra, eftir at Olav Fjell legði frá sær tann 23. september. Hann fór frá, eftir at tað var komið fram, at Statoil hevði havt samband við sera ivingasamar persónar í Iran.

Nevndarformaðurin í Statoil, Jannik Lindbæk, sigur við Aftenposten, at ætlanin er at finna ein nýggjan stjóra nú, so navnið kann almannakunngerast tann 11. februar, tá felagið fer at kunngera roknskapin fyri 2003. Jannik Lindbæk sigur, at nevndin hevur ikki so nógv evni at velja ímillum, men at nøkur eru eftir, og at teirra millum eru bæði menn og kvinnur, sigur hann. Tað eru heldur ikki bara norðmenn, tí onkrir útlendingar eru ímillum evnini.

Síðani Olav Fjell fór frá, hava kreftir í Noregi kravt, at Statoil skal hava eina kvinnu í stjórastólin, og vit kunnu í hvussu er siga, at kvinnurnar eru væl umboðaðar í nevndini, sum skal taka avgerðina. Umframt Jannik Lindbæk sita tvær kvinnur í nevndini, sum skal finna stjóran, Kaci Kullmann Five og Marit Bakke.