Løgreglan hevur enn onga fráboðan fingið um Jón Kára Poulsen, sum varð eftirlýstir beint fyri døgverða
Tá varð boðað frá, at løgreglan eftirlýsir ein mann, sum er horvin í Havn og sum ikki er sæddur síðani í gjárkvøldið.
Talan er um 40 ára gamla Jon Kárá Poulsen, sum fór av Landssjúkrahúsinum, har hann er sjúklingur, í gjárkvøldið og síðani hevur ongin sæð hann.
Seinast, hann var sæddur, var umleið klokkan 18.30 á horninum Bóndaheygur, Landavegur.
Jón Kári Poulsen er 170 cm høgur og klænvaksin. Hann hevur myrkt, stutt og frisut hár og hann er órakaður ella hevur fullskegg.
Hann er í bláum kovboybuksum, brúnum jakka við hettu og bláum skóm við hvítum botni.
Løgreglan í Havn heitir á fólk um at hyggja í kjallarar, hjallar, úthús, seyðhús, fjós, bilar og neyst og annað, sum stendur ólæst og har hann kann vera farin inn.
Løgreglan heitir á tey, sum vita nakað um Jón Kári at siga um at ringja á løgregluna á nummar 35 14 48.










