Í síðstu viku skrivaðu vit her í Sosialinum um tey bæði, Jógvan og Amy Ljósheim, og megnar arbeiði teirra fyri at finna upptøkur av barnasendingum við Elini og Óla frá 70?unum.
Vit skulu gera vart við, at tey bæði framvegis eru sera áhugað í at fáa hendur á upptøkum, sum fólk hava liggjandi kring alt landið.
- Framvegis mangla nógvar sendingar, og vit vilja ógvuliga fegin hava samband við fólk, sum eiga upptøkur við Elini & Óla í Barnaútvarpinum, sigur Jógvan Ljósheim við Sosialin.
Eisini takka tey bæði øllum teimum, sum hava lænt teimum upptøkur, so Elin Karbech Mouritsen nú hevur fingið tilfar til heilar tríggjar fløguútgávur. Ein fløguútgáv kom út í síðstu viku.
- Eg og Amy eiga ongar upptøkur sjálvi. So uttan tey, sum læntu okkum upptøkur til tiltakið, spurdist einki burturúr. Tað er fyrst og fremst teimum at takka, at nøkur fløguútgáva er møgulig, sigur Jógvan Ljósheim, sum also framvegis leitar eftir upptøkum av Elini og Óla. Til dømis 2. parti av Kirkjutorninum, sum er ein serliga stuttligur partur.
Fólk, sum hava tilfar liggjandi, kunnu venda sær til jogvan.ljosheim@gmail.com ella telefon 222581.










