Leita enn eftir April

Bretska løgreglan leitar framvegis eftir teirri fimm ára gomlu smágentuni April Jones, sum bleiv burturflutt mánakvøldið. Nøkur børn, sum hon spældi við, greiddu frá, at ein maður hevði tikið April inn í ein hvítan vøruvogn og var farin við henni.

Nú er komið fram, at April líður av sjúkuni cerebral parese, og at hon skal hava heilivág hvønn dag. Blaðið Daily Mail skrivar, at gentan hevur verið á sjúkrahúsi fleiri ferðir orsakað av sjúkuni.

Løgreglan hevur tikið tann 46 ára gamla Mark Bridger og sett hann í samband við burturflytingina. BBC sigur, at maðurin eigur ein hvítan vøruvogn av sama slagi sum tann, ið vinfólkini hjá April sóu mánakvøldið.