Leita eftir vitnum til harðskap

Tríggir mans løgdu á ein mann og sparkaðu hann fleiri ferðir

Løgreglan leitar framvegis eftir fólki, sum vita okkum um eitt mál um harðskap í Steinatúni í miðbýnum í Havn leygarnáttina.

Tað var um trý tíðina leygarnáttina, at tríggir mans, sum komu gangandi framvið, løgdu á ein mann og sparkaðu hann fleiri ferðir.

Maðurin fór til kanningar og løgreglan sigur, at hann fekk nakað av skaða í andlitið og kanska aðrastaðni við, men tað tey vita, er einki brotið.

Løgreglan hevur sóknast eftir vitnum og tey siga, at eitt, ella tvey fólk, hava vent sær til teirra, tí tey halda seg hava sæð okkurt, ið kann hava samband við hendingina. Tey hava eisini givið løgregluni nøvn á øðrum fólkum, sum tey halda kanska kunnu vita okkurt.

Løgreglan sigur sostatt, at tey hava fingið fatur á einum enda, sum tey arbeiða víðari við.

Aftur sunnunáttina fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál. Har hevur ein maður fingið skaða í armin. Tað er óvist, hvat tað er, sum er hent, men tað, sum løgreglan fyribils hevur fingið burtur úr, er, at hann er sligin og er dottin og hevur fingið skaða í armin.