Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu verður í døgunum 3. til 10. mai. Eins og í fjør fer kommunan at lata einum stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi eina grøna virðisløn í sambandi við Umhvørvisvikuna.
Tórshavnar kommuna vil tí fegin hava uppskot frá borgarum um, hvør hevur gjørt eitt ella fleiri serlig átøk fyri umhvørvið og sum hevur uppiborið grønu virðislønina fyri tað.
- Skriva eitt sindur um, hvønn tú tilnevnir, hví tú tilnevnir viðkomandi, og hvønn kommunan kann venda sær til fyri at frætta nærri. Tað ber eisini til at tilnevna seg sjálvan. Virðislønin er 10.000 krónur og verður latin í Umhvørvisvikuni.
Tilnevningar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi 30. Apríl.
Í fjør fekk Jákup Dahl grønu virðislønina fyri sítt megnararbeiði við urtagarðinum við ánni undan Djúpagili innast í Skraddaragøtu í Hoyvík. Jákup Dahl hevur her gjøgnum fleiri áratíggju skapt ein av Føroya vakrastu urtagørðum burtur úr berum fjallalendi.
Sigrun Mohr, býráðslimur, fegnast um, at grøna virðislønin verður latin aftur í ár. Hon heldur tað hava týdning at vísa atlit til umhvørvið.
- Tað er umráðandi, at vit halda fast við grønu virðislønina, tí tað ræður eisini um at løna teimum, sum gera nakað gott fyri umhvørvið, sigur Sigrun Mohr.
- Vit kunnu ikki stýra øllum, sum hendir rundan um okkum, men vit eiga at halda fast um tað, vit kunnu ávirka og har vit kunnu gera mun. Umhvørvið er ikki bara fyri okkum, men eisini fyri framtíðar ættarlið, og vit eiga tí eisini at vera góðar fyrimyndir hjá okkara børnum og vísa teimum, at tað loysir seg at ansa eftir umhvørvinum, sigur Sigrun Mohr, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.