Mentamálaráðið leitar nú eftir skúlastjórum og leiðarum til sjey ymsar skúlar kring landið. Talan er bæði um stórar og smáar skúlar, sum skulu hava nýggjan stjóra og leiðara.
Nógv tann størsti skúlin, sum skal hava nýggjan skúlastjóri, er skúlin á Argjahamri, men eisini skúlin í Fuglafirði skal hava nýggjan stjóra. Tann seinasti skúlin, sum skal hava nýggjan stjóra, er Meginskúli á Sandi.
Hinvegin skal skúlin í Hósvík hava nýggjan fyrstalærara og tveir smáir skúlar skulu hava einalærarar, nevniliga skúlin í Oyndafirði og skúlin í Fámjin, tað á hesum báðum skúlunum er talan um tíðaravmarkað størv.
Og so verður eisini søkt eftir einum útoyggjalærarar til eitt tíðaravmarkað starv í skúlunum á Kirkju / Hattarvík á Fugloynni.