Leita eftir stjóra sum hugsar grønt

Mat- og Moldmentanarháskúlin á Sandi skal hava nýggjan stjóra.

 

Upprunaliga var freistin at søkja stjórastarvið á Mold-og matmentanarháskúlanum sett til hin 31. august, men nú er freistin longd til hin 24. september 2021.

 

Mat- og Moldmentanarháskúlin hevur náttúruna, tilfeingið úr henni og lívið í náttúruni sum snúningsás, sum tikið verður til í starvslýsingini.

Her verður eisini sagt, at stjórin skal duga at byggja felagsskap og rammur um virðir skúlans. 

 

- Vit eru upptikin av burðardygd, grønum livihátti og av at gagnnýta tað, sum er beint rundan um okkum. At vera sjálvbjargin og at framleiða sítt egna eru grundvirðir á skeiðum skúlans. 

 

Mat- og Moldmentanarháskúlin hevur longri og styttri skeið alt árið. Her eru trý fólk í føstum starvi, og harafturat koma uttanhýsis skeiðshaldarar og hjálparfólk.

 

Stjórin hevur ábyrgdina av at tryggja rakstur og karmarnar hjá skúlanum, eins og stjórin hevur ábyrgdina av, at skúlin hevur eina góða kós - og at starvsfólk og næmingar trívast.