Leikstjórin Richard Hobert hevur skrivað handritið til filmin "Fågelfångarens son" - ein dramatisk kærleikssøga, íblást av veruligum hendingum í Føroyum í 1800-talinum. Filmurin verður tikin upp í Føroyum frá 10. apríl til 7. juni í ár.
Í tí sambandi er eitt Facebook tiltak stovnað, har heitt verður á føroyingar um at bjóða seg fram til upptøkuroyndir, sum verða 3. og 4. februar - also leygardagin og sunnudagin komandi.
- Fleiri stórar leikmyndir skulu spælast inn í fjøruni og við bryggjuna í Bø í tíðarskeiðinum frá 2. til 16. mai 2018. Vit leita eftir kvinnum og monnum í aldrinum millum 25 og 75 ár, sum vilja vera við í nøkrum av upptøkunum – antin eitt nú bygdarfólk, vitjandi á grannastevnu og fiskimenn. Tað ger onki, um menninir hava skegg, og gott er, um kvinnurnar hava náttúrligt hár – og tað kann gott vera langt, skriva fyrireikararnir á Facebook tiltakinum.
Filmurin er tíðarfestur til seinnu hálvu av 1800-talinum. Tí skulu statistarnir ikke vera ov sólbrendir ella hava litað og krúllað hár, stendur eisini at lesa.
Tvær upptøkuroyndir verða - hin fyrra í Vágum og seinna í Havn. Leygardagurin verður hildin í Sørvágs Skúla millum klokkan 13 og 15. Og sunnudagurin verður hildin í auluni á Glasi í Hoydølum, frá klokkan 13 til 16. Sí meira um tiltakið við at trýsta her