Havstovan leitar eftir skipi til yvirlitstroling eftir makreli í tíðarskeiðnum 2.-27. juli í ár.
Í lýsing sigur Havstovan, at tað er í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, at Havstovan søkir eftir nótaskipi at gera royndirnar.
– Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlitstrolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi og verða lætnar sum eginkvotur, sigur Havstovan í lýsingini.
Tey, ið lúka krøvini, verða biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran – ella rættari sagt lítlan – part av kvotunum, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri.
Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 2. til 27. juli 2015. Henda kanningin verður gjørd sum ein felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 500.000, ið skulu fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av.
Útreiðslurnar í sambandi við túrin fevna millum annað um ymsa útgerð til túrin, løn og siglipening til fólkini umborð, og til fyrireiking og at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð.