- Vit hava fatur á rætta endanum, og tað er hugaligt. Sjálvt um talan er um sama fólkið, so vísir hetta, hvussu nógv hugburðurin hevur at siga, staðfestir væl nøgdi GÍ formaðurin.
Tað hevur ljóðað, at gøtumenn leita eftir fólki, og Andrias Poulsen sigur, at teir høvdu fegnir viljað havt ein álopsspælara afturat. Søgur hava gingið um, at Súni Fríði Barbá skal spæla við GÍ, men í løtuni sær ikki út til, at hetta verður veruleiki.
- Sverri Jacobsen er óførur á fremsta plássinum. Vit halda okkum tó hava tørv á einum álopsspælara við nógvum royndum afturat. Geza Turi hevur góð sambond í Ungarn, og kanska fer tað at eydnast at finna ein góðan álopsspælara har niðri, sigur GÍ formaðurin Andrias Poulsen.









