Vitjunartænastan byggir á, at tað eru sjálvboðin fólk, sum verða vitjunarvinir hjá eldri borgarum í kommununi. Hetta eru fólk, sum eru einsamøll og sum ynskja meira vitjan.
- Kommunan hjálpir til við skapa neyðugar karmar fyri, at vitjunartænastan kann verða útint í verki, siga tey í Eysturkommunu í kvøld.
Lagt verður aftrat, at skal Vitjunartænastan gerast veruleiki, hevur Reyði Krossur Føroya brúk fyri tveimum borgarum úr Eysturkommunu – einum úr Gøtu og einum úr Leirvík, ið kunnu virka sum samskiparar fyri tænastuna.
- Samskipararnir skulu hava yvirlit yvir tey, sum ynskja ein vitjunarvin, og tey hava eisini til uppgávu at finna sjálvbodnar vitjunarvinir.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at talan er um sjálvboðið arbeiðið undir Reyða Krossi Føroya, og sum samskipari verður tú boðin við til undirvísing og onnur viðkomandi tiltøk, sum Reyði Krossur Føroya skipar fyri.
- Hevur tú hug at gerast samskipari fyri Vitjunartænastuna, ert tú vælkomin at venda tær til okkara, siga tey í Eysturkommunu í kvøld.