Leita eftir ársins sølufólki

Á Ársins Søludegi skal ársins sølufólk heiðrast

Tann 3. mai hýsir Norðurlandahúsið í Havn tiltakinum, tey kalla Ársins Søludagur, og nú vilja fyrireikararnir av degnum finna fram til ársins sølufólk.

- Øll hava roynt, hvussu tað følist at verða avgreiddur av einum góðum sølufólki. Tú kennir teg virdan, og tú hevur hug at handla við viðkomandi sølufólk, siga fyrireikararnir í fráboðan.

Teir heita á fólk um at skjóta upp fyri teimum, hvør kundi verið heiðrað sum ársins sølufólk.

1. februar verða øll uppskot viðgjørd av einari 5-mannanevnd. Funnið verður fram til trý uppskot til uppsøkjandi sølu og trý uppskot til detailsølu, og frá 1. februar fram til 15. apríl fær almenningurin møguleikan at atkvøða, hvørju sølufólk skulu hava heiðurin "Ársins Sølufólk".

Meira kann lesast um hetta og tiltakið á heimasíðuni soludagur.com