Í Klaksvík hava tey ilt við at finna rætta fótbóltshýrin, eftir at flaggskipið hjá teimum sunnudagin legði rygg til 7?1 tap ímóti B36 í Gundadali. Higartil í ár hevur tað hilnast betri á útivølli, enn tað hevur gjørt á heimavølli, har tað í tveimum royndum ikki hevur eydnast at fingið fult. KÍ plagar annars at eiga stóran og tryggan skansa í Klaksvík, men í løtuni er tað rættuliga ivasamt, hvussu tað er við hesum.
? Vit royna at vaska talvuna reina, og sunnudagurin fer at vísa, hvussu tað hevur eydnast. Men tað er ikki bara sum at siga tað at koma í rætta hýrin, eftir at tað hevur gingið, sum tað gekk ímóti B36, siga teir í Klaksvík.
Liðformaðurin hjá KÍ, Allan Joensen, hevur ikki vant nógv í síðstuni, tí hann hevur verið skaðaplágaður. Men í hesi vikuni hevur hann aftur verið og vant, og teir vóna, at hann verður klárur í morgin. Jan Andreasen var burturfrá í tríggjar vikur. Hann kom inn av beinkinum í Gundadali ímóti B36, og hann hevur vant við í hesi vikuni.
Alexander Djordjevic hevur verið sera ódrúgvur higartil í ár, og hann er framvegis so mikið skaddur, at hann ikki fer at spæla ímóti FS Vágum. John Ryan, sum annars bara hevur hugnað sær í 2. deild, hevur tær síðstu vikurnar vant við fullari ferð. Hann spældi seinna hálvleik á Skála, men hann var ikki við ímóti B36. Um hann verður við í morgin var ikki greitt, tá ið vit høvdu samband við Klaksvík. Nú eru trý ár síðani, at John Ryan, sum er 29 ára gamal, síðst var rættuliga í fremstu røð.
Klaksvíkingar rokna FS Vágar sum sera torført mótstøðulið. Men teir siga seg ikki kenna nakað serligt til mótstøðuliðið, sum teir ikki hava spælt ímóti og sæð higartil í ár.
Lagið er gott
Í Vágum er fótbóltsfepurin rættuliga farin at gera um seg. Hetta fyrsta fótbóltsárið eftir at teir hava fingið fast samband, eru teir farnir at skipa fyri bussferðum til í sambandi við útidystirnar, og heimafylgjan hevur ikki verið so lítil.
Sama fólkið verður við FS Vágum, sum var við til at vinna fyrsta sigurin nakrantíð á Svangaskarði. Tá var Eyðfinn Fjalsbak, sum legði so bragdliga fyri í vár, ikki við. Hann er skaðaplágaður og er farin til skips. Teir rokna við, at hann verður við aftur eftir summarsteðgin.
Tað hevur ljóðað, at FS Vágar skal fáa ein álopsspælara afturat. Talan er um stóran og sterkan brasiliumann. Hann var á veg henda vegin fyri tveimum vikum síðani, men tá varð hann sendur til hús aftur úr Portugal, tí pappírini skuldu ikki vera í lagi.