Leita eftir ránsmonnum

Eftir tað vápnaða ránið í Reykjavík í morgun hava myndugleikarnir í Íslandi hert eftirlitið við, hvør fer av landinum. Tað verður gjørt fyri at forða fyri, at ránsmenninir sleppa av landinum, um teir skuldu havt ætlanir um tað, skrivar Morgunblaðið.

Samstundis arbeiðir løgreglan í høvuðsstaðarumráðnum av øllum alvi við at finna fram til, hvørjir teir tríggir ránsmenninir eru. Millum annað hevur løgreglan kannað myndir úr vevmyndatólum, eins og hon hevur kannað upplýsingar av øðrum slagi, skrivar blaðið.