?Tað skuldi ongin verið fegnari enn eg, um tað eydnaðist at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús.
? Men í løtuni dugi eg ikki at síggja, hvaðani peningurin skal koma.
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum er ikki líka vís, sum samgongufelagin Hergeir Nielsen, at tað fer at eydnast at finna meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús.
Landsstýrismaðurin sigur, at hon er greið yvir, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur trupulleikar og at tað talan kann verða um at seta fleiri sparingar í verk enn tær, sum longu eru framdar.
Tí hevur hon eisini sagt, at hon fer at biða løgtingið um loyvi til at flyta 600.000 krónur frá rakstrinum til lønir.
Higartil eru fýra størv niðurløgd og við teimum hevur sjúkrahúsið spart 680.000 krónur.
Men sjúkrahúsið manglaði 1,5 millión í at reka sjúkrahúsi á sama støði sum í fjør. So góðtekur løgtingið at flyta 600.000 krónur frá rakstrinum til lønir, mangla framvegis 220.000 krónur í.
Álvarsligastu avleiðingarnar av sparingunum, sum longu eru framdar, er at tann ambulanta fysioterapiin er niðurløgd og harafturat er ein teknikari uppsagdur, so at nú er ongin á vakt longur, so um tól ganga fyri aftaná vanliga arbeiðstíð, er ongin at gera tey ístand aftur.
Uppsagnir tiknar aftur
Í Sosialinum í gjár segði Hergeir Nielsen, sum er einasti samgongu-tingmaður úr Suðuroynni, at samgongan arbeiddi við at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening og at samgongan skilti trupulleikan, og hann kundi veita vissu fyri, at uppsagnirnar fóru at vera tiknar aftur so at sparingarnar á fysioterapiini og teknisku deild ikki verða framdar.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hevur longu boðað frá, at hon fer at royna at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening.
Men til tað krevst undirtøku frá samgonguni og tað veit hon ikki, um tey fáa. Enn er so nøkur avtala er so ikki gjørd í samgonguni um meiri pening til Suðuroyar sjúkrahús. Og í løtuni veit hon ikki, hvaðani peningurin skal koma.