Leita eftir pengum

Skattavaldið í Noregi er farið undir at leita eftir pengum, sum einstaklingar og feløg í Noregi hava uttanlands fyri at fjala teir fyri skattavaldinum

Tore Kaarbø, deildarstjóri hjá skattavaldinum, sigur við NTB, at myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógvar pengar tað snýr seg um, men hann sigur, at tað eru fleiri einstøk mál, ið snúgva seg um einar 50 milliónir krónur. Verða pengarnir staðfestir, kunnu eigararnir vænta sær rokning fyri inntøkuskatt og ognarskatt tíggju ár aftur í tíðina. Harafturat kemur renta og sekt.