Í USA vilja demokratarnir í Kongesssini hava eina frágreiðing um, hvussu amerikanararnir hava umsitið oljuinntøkurnar hjá Irak síðani innrásina, og hvussu tætt sambandið hevur verið ímillum amerikonsku stjórnina og fyritøkuna Halliburton, sum Dick Cheney, varaforseti, hevur verið stjóri í.
Í mai í 2003 yvirtóku amerikanararnir alla umsiting í iraksku oljuvinnuni, og hon bleiv ikki latin iraksku stjórnini fyrr enn í juni í ár. Demokratarnir vilja hava at vita, hvat teir nógvu oljupengarnir vórðu nýttir til teir trettan mánaðarnar.
Skjøl, sum fyrr eru komin fram, hava avdúkað, at júst Halliburton hevur fingið fleiri sera virðismiklar sáttmálar í Irak, men stjórnin hevur sýtt fyri at lata Kongressina fáa avrit av sáttmálunum. Tað er verjumálaráðið, sum hevur sáttmálarnar um hendi, men nú er líkt til, at politikararnir hava funnið ein veg uttan um Pentagon. Mánadagin fingu fleiri av teimum størstu amerikonsku bankunum boð um at flýggja teirri serligu trygdarnevndini hjá Kongressini øll skjøl, sum hava samband við iraksku oljuvinnuna. Á tann hátt vóna politikararnir at fáa innlit í viðurskiftini.