Danmarks Radio hevur gjørt av, at enn eitt umfar av X Factor verður hildið fyrst í komandi ári. X Factor hevur verið ein av størstu sukseum í donskum sjónvarpi seinastu árini, og DR skipar fyri enn einari kapping.
Føroyskir sangarar hava verið profilar í fleiri av kappingunum. Linda Andrews vann á sinni kappingina, men eisini Anna Nygaard, Sveinur Gaard Olsen og Jógvan Joensen hava verið millum X Factor stjørnurnar.
Nú hevur DR boðað frá, at fyrstu upptøkuroyndirnar til X Factor verða hildnar í august mánaði. Tann 19. august verður sonevnt “precasting” í DR býnum í Keypmannahavn og tann 25 august hjá DR í Aarhus. Ert tú eldri enn 15 ár, kanst tú nú bjóða teg fram til kappingina.
Meira fæst at vita um X Factor kappingina á heimasíðuni hjá DR, og har verða luttøkutreytirnar eisini staðfestar.