Leingi hevur verið leitað eftir vrakinum av Norsku Løvu, ið sakk á Lambavík nýggjársaftan í 1707. Fyri 14 døgum síðani varð kavað, og myndir tiknar av staðnum Seinastu tíðina hava fleiri stovnar og fólk, ið hava áhuga í vrakinum tikið seg saman og samla alla vitanina um hendingina á einum stað. Spurt varð um Faroe Dive kundi skipa fyri eini leiting á botni, har sannlíkt var at finna vraklutir. Endamálið við kavingini var sostatt einans at staðfesta, um vraklutir vóru at finna ella ikki. Leita varð eisini á landi eftir møguligum sporum eftir hendingini í 1707.
Kavingin fór fram 27. og 28. mai. Tann fyrra dagin varð serligur dentur lagdur á, at leita á trimum avmarkaðum økjum. Á tí seinasta økinum, hevði bóndin, Magnus Rasmussen, sæð eitthvørt serstakt á botni, tá hann var burtur í haga. Tað vísti seg at verða steinar úr granitti. Jarðfrøðingar, ið vitjaðu Magnus 28.mai, vóru á einum máli um, at steinarnir vóru ikki føroyskir, og at grótslagið var granit.
Hetta steinslag er ikki føroykst, og má tí verða komið til oyggjarnar onkursvegna. Fornfrøðingur frá Føroya Fornminnissavni, ið var á staðnum 28.mai nevndi, at hetta steinslag var vanliga nýtt sum barlast umborð á skipum uml. ár 1700. Sostatt er stórur møguleiki fyri, at steinarnir eru komnir inn á Lambavík umborð á Norsku Løvu.
Ætlanir eru gjørdar um, í samstarvið við avvarandi mynduleikar, at gera eina nágreiniliga kanning og leiting á havbotninum í økinum talan er um.
Seinna dagin var høvðusendamálið at dokumentera við myndum, hvussu botnurin er, har vrakið møguliga liggur. Hóast veðrið ikki var av tí besta, eydnaðist kavingin væl, hav myndir vórðu tiknar av staðnum.