Leita eftir Neruda-drápsmanni

Ein dómari hevur givið politiinum í Chile boð um at leita eftir einum mistonktum drápsmanni, ið skal hava beint fyri gitna yrkjaranum, Pablo Neruda (myndin). Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Neruda doyði í 1973, og hóast deyðsorsøkin í fyrsta umfari skuldi vera krabbamein, hava nýggj prógv bent á, at hann varð eitraður av agentum hjá einaræðisharranum, Augusto Pinochet.

Í apríl mánaði varð grøvin hjá Neruda latin upp og leivdirnar blivu kannaðar av rættarlæknum.

Læknin hjá Neruda sjálvum sigur, at ein annar lækni, ið kallaðist “Price”, var hjástaddur, tá yrkjarin doyði.

Hesin Price finst ikki á starvsfólkayvirlitinum í chilenska sjúkrahúsverkinum, men útsjónd hansara er tann sama sum hjá einum illa lýddum CIA-agenti, ið beindi fyri fleiri chilenskum andstøðingum.