Niclas Davidsen, formaður í B68, vil ikki fara í smálutir við, hví samstarvið við Jóannes Jakobsen stegðaði, men hann sigur, at sum støðan varð blivin, varð tað mett sum skilabest, at samstarvið steðgaði.
- Vit leita nú eftir nýggjum venjara, men fyribils fara Julian Johnsson og Edmund Jacobsen at taka sær av liðnum. Eg veit ikki rættiliga, nær vit fáa eina varðandi loysn á venjaraspurninginum, men ætlanin er, at tað skal verða, áðrenn kappingin byrjar aftur eftir summarsteðgin, sigur Niclas Davidsen.