Russisku myndugleikarnir eru farnir at leita eftir nógvum milliardum krónum, sum skulu vera horvnar úr tí stóra oljufelagnum Yukos.
Myndugleikarnir siga, at talan er um einar 40 milliardir krónur, og at pengarnir eru sendir ólógliga av landinum í árunum frá 2000 til 2003. Mikudagin rannsakaði løgreglan skrivstovurnar hjá Yukos í Moskva, og samstundis var niðurlendska løgreglan inni á sakrivstovunum hjá Yukos í Amsterdam og leitaði eftir skjølum.
Fyrrverandi stjórin í Yuikos, Mikhail Khodorkovskij, sum eisini átti ein stóran part av fyritøkuni, fekk í summar átta ára fongsul fyri skattasvik og fíggjarundandrátt.
Men løgreglan í Moskva leggur dent á, at leiðslan í fyritøkuni var ikki einsamøll um at flyta pengarnar av landinum. Eitt nú eru fleiri russiskir bankar undir illgruna fyri at hava flutt pengar ólógliga úr Russlandi, og løgreglan hevur eisini illgruna um, at úrlendskir bankar og útlendskar fyritøkur vóru uppií, skrivar AP. Tí umfataði húsarannsóknin mikudagin ikki einans skrivstovurnar hjá Yukos, men eisini fleiri fyritøkur, sum hava samstarvað við Yukos.