Leita eftir lodnu

Síðani eitt íslendskt nótaskip fekk nøkur hundrað tons av lodnu fyri nøkrum døgum síðani, hava fleiri skip leitað eftir lodnu út av Langanesi, og í gjár fór rannsóknarskipið Árni Fríðriksson eisini út at leita

Íslendsku bløðini skriva, at skipini hava sæð nakað av lodnu, men at hon er smá og stendur spjødd. Lodnan gongur nú skjótt suður við Eystfirðum. Nøkur íslendsk skip fiska framvegis sild inni á Grundarfirði, men frara skjótt á lodnu.