Leita eftir líkinum av Anne-Elisabeth Hagen

Sambært keldum hjá VG er 90 prosent møguleiki fyri, at gátan um norsku ríkmanskonuna verður loyst.

 

Hin 18. desember um 09.30-tíðina koyra fleiri kanningarfólk hjá norsku løgregluni inn á ognina við Sloraveien 4 í Lørenskog í Noregi, har hjúnini, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu.

Enn einaferð er ljóðserfrøðingurin hjá norsku kriminalløgregluni, Truls Birkeland, við, og hann hevur áður verið á staðnum og gjørt ljóðkanningar fyri løgregluna.

Men, hvør er uppgávan hjá ljóðserfrøðinginum hesaferð?

Meðan Truls Birkeland er inni í húsunum, fer eitt løgreglufólk út, setir seg í ein persónbil og koyrir út og inn, har innkoyringin til húsini eru. Hetta endurtekur seg í minsta lagi fýra ferðir í hálvan annan tíma, meðan ljóðkanningar verða gjørdar í sethúsaognini.

Hví gera tey hesar kanningar nú, og kann tað hugsast, at løgreglan hevur ljóðtilfar, sum tey royna at endurskapa?

Hetta er ein spurningur, sum heimasíðan VG setir, nú árið 2019 rennur út.

Tey hava skift orð við ein persón, sum sambært heimasíðuni hevur "yvirornaðan kunnleika" til gátuføra málið um Anne-Elisabeth Hagen. Viðkomandi heldur, at løgreglan hevur gjørt eitt dygdargott arbeiði og leggur aftrat, at tað er 90 prosent møguleiki fyri, at gátan um ríkmanskonuna verður loyst.

Samstundis eru nú onnur jólini løgd aftur um, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør. Miljarderurin, Tom Hagen, býr aftur í húsunum við Sloraveien 4, og í einum vindeyga á aðru hædd hongur ein einsamøll hvít jólastjørna og lýsir.

Løgreglan hevur brúkt nógva tíð, orku og pening upp á at loysa gátuna. Tey hava lagt eitt putlispæl, men framvegis vanta nakrir brikkar. Løgreglan, sum fyrr í heyst hevði vónir um at loysa málið í hesum árinum, er nú í holt við at leggja eina ítøkiiga ætlan fyri 2020. 

VG veit at siga, at tankin um, at gátan kanska ongantíð verður loyst, nívir kanningarfólkini sum arbeiða við málinum.

Løgreglan metir, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, og serliga tyngjandi verður tað fyri kanningararbeiðið, um einki lík verður funnið. Tey vita ógvuliga væl, hvussu stór krøvini hjá ákæruvaldinum og dómstólunum eru í álvarsomum revsimálum.

Ábyrgdin skal prógvast. Uttan lík og kanningar frá líkskurði at styðja seg til, kann hetta gerast trupult. VG veit at siga, at síðan seinna kríggj eru mál í Noregi bert í trimum førum endað við drápsdómi, har einki lík hevur verið.

Seinasti dómurin var í 2010 - í einum mál, har hvørki var lík, ei heldur eitt einasta tekniska prógv. Í tí málinum setti løgreglan sítt álit á eitt vitni, sum segði seg hava sæð drápið.

VG setir spurningin, um norska løgreglan kann hava so góð kort á hondini í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, at tey kunnu leggja slík próg fram fyri dómaran.

Heimasíðan sigur seg hava upplýsingar um, at løgreglan nú fer at brúka upp aftur meira orku til at leita eftir líkinum av ríkmanskonuni. Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sigur, at tað altíð er ein avbjóðing í einum møguligum drápsmáli, har einki lík er í málinum.

Í Finnlandi hava kanningar víst til eina røð av drápsmálum, har líkið er flutt burtur frá staðnum, har brotsgerðin varð framd. Í helvtini av málunum kendu brotsmenninir umhvørvið, har líkið varð burturbeint. 73 prosent av líkunum vórðu funnin í skógarøkjum og 27 prosent í vøtnum ella á sjónum.

Sambært VG verður nú størri dentur lagdur á at leita eftir líkinum av Anne-Elisabeth Hagen, men í løtuni veit eingin, hvar hin 69 ára gamla ríkmanskonan er.

##med2##