78 ára gamla kvinnan úr Vestmanna er framvegis ikki funnin, og nú verður leitað bæði fram við vegnum og á sjónum
Leitað verður framvegis eftir 78 ára gomlu, Honnu Christophersen, úr Vestmanna, ið er senil-dement, og sum hvarv mánakvøldið, men sum eftir øllum at døma er sædd í Hoyvík á Vegnum Langa, so seint sum í gjár klokkan 18.
Sløkkiliðið í Vestmanna og Kvívik eru í morgun farnir í gongd við at leita fram við vegnum millum bygdirnar báðar, og heitt verður tí á bilførarar um at koyra varliga á hesum vegastrekki.
Kavarar eru boðsendir, sum nú fara at leita á sjónum fram við landinum.
Sum áður fráboðað, er Hanna Christophersen sædd í Vestmanna seint mánakvøldið. Hon skal eisini vera sædd í Sverrisgøtu millum klokkan 10 og 11 í gjár.
Løgreglan veit, at tann saknaða longu leygardagin royndi at tumla ein bil til Havnar leygardagin, men tá varð hon ikki tikin upp.
Hanna Christophersen er 150 sentimetrar til hæddar, ógvuliga spinkul av bygningi, hevur grátt hár, ber brillur, er ílætin myrkan jakka, møguliga í hvítari bundnari troyggju og svørtum tuflum. Hon er illa gongd og er altso senil dement.
Fráboðanir um kvinnuna kunnu gerast til løgregluna í Havn á tlf. 35 14 48.