Samkoma
Fólk , sum fyri eini hálvari øld síðan vórðu konfirmerað í Havnar Kirkju, ætla at hittast aftur í samband við 50 ára dagin. Men tað er ikki líka lætt at finna allar konfirmantanar aftur, í tí veðrur farið í bløðini við eini áheitan.
Ein teirra, sum varð konfirmerað í Havnar Kirkju tann 12. apríl 1953, er Nicolina Jacobsen á Kamarinum. Hon er eisini ein teirra, sum nú tekur stig til at savna konfirmantarnar aftur.
Hon sigur, at tey eru nøkur, sum hava tikið seg saman, men at ilt er at finna fram til øll, sum tey fegin vilja hitta. Onkur, vita tey, er ikki okkara millum meira. Onnur eru flutt ymsastaðni. Og serliga eru tað genturnar, sum tykjast truplar at finna, tí tær eru giftar ymsastaðni og hava fingið onnur eftir nøvn, enn tær høvdu tá.
Men tey, sum síggja áheitanina og halda seg líkasum hoyra til liðið ella kenna onkran av gomlu konfirmantunum., kunnu siga frá til niðanfyri standandi
Albert Hansentlf. 44 85 10 - 21 49 30
Dagny Johansentlf. 44 70 66 ella
Nicolinu jacobsen tlf. 42 20 89