Leita eftir kolvetnislekum á havbotninum

Leygardagin kom tað næsta av íalt trimum kanningarskipum, sum skulu gera kanningar fyri Statoil og tess samstarvsfeløg á landgrunninum, Shell, Dong og Faroe Petroleum. Polarsyssel kom á Havnina fríggjadagin eftir útgerð og er nú farið út á loyvini nr. 9,10 og 11, sum Statoil m.a. einsamalt men eisini saman við hinum feløgunum fekk tillutað í 2. útbjóðing fyrr í ár.

Polarsyssel skal taka nakrar kjarnuroyndir av havbotninum, til tess at kanna, um kolvetni er likið upp úr undirgrundini.

Herfyri kom fyrsta kanningarskipið í ár, Polar Princess til Føroya. Polar Princess skjýtur seismikk á einum stórum øki.

Triðja skipið, sum Statoil hevur gjørt sáttmála um, skal standa fyri kanningum, ið hava til endamáls at greina meira, hvussu tjúkt basaltið er á økinum. Hetta skipið, sum eitur Aurelia, kemur seinni í hesum mánaðinum.

Rúni Hansen, stjóri í Statoil, sigur, at ætlanin hjá Statoil og hinum feløgunum, sum teir arbeiða saman við, er at fáa so nógvar upplýsingar sum til tilber í summar, sum teir síðani kunnu arbeiða víðari við allan veturin. Vitanin, sum teir fáa, skal so hjálpa feløgunum at finna fram til tey røttu og bestu støðini at seta borin í einaferð í framtíðini.

Tað er Thor í Hósvík, sum umboðar kanningarskipini í Føroyum. Thor hevur eisini fleiri hjálparskip í arbeiði í seismikkvinnuni og oljuvinnuni ymsa staðni kring heimin.

Tey trý loyvini, sum kanningarnar fevna um, eru rættiliga stór. Talan er um loyvi 9,10 og 11. Meðan Statoil fyrr brúkti fiskanøvn í sambandi við síni leitiloyvi, verða nú brúkt hvalanøvnini Sildrekin, Slættubøka og Døglingur.