Strandferðslan arbeiðir nú við málinum um at leiga ein katamaran til suðuroyarsiglingina í eina tíð.
Tað er greitt, at Smyril skal í dokk einaferð í vár. Og ímeðan hann er í dokk, verður neyðugt at finna eitt hóskandi avloysaraskip.
Og nú tosað verður um at útvega nýtt skip til Suðuroyarsiglingina av tí, at Smyril er blivin ov gamal, ætlar Strandferðslan sær undir eina forvitnisliga roynd.
Hon ætlar nevniliga at leiga ein katamaran til at loysa Smyril av ímeðan hann er í dokk.
Nú Smyril skal skiftast út, hevur tað verið nógv umrøtt at útvega ein skjóttgangandi bát fyri at stytta siglingstíðina.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan tí hevur ætlað at leiga ein katamaran fyri Smyril, ímeðan hann er í dokk.
Smyril skal í dokk í vár, helst í februar og tað fer væntandi at taka ein mánaða, áðrenn hann kemur í sigling aftur.
? Hava vit ein katamaran á Suðuroyarleiðini hesa tíðina, fáa vit eina hóming av, hvussu hetta slagi av skipum roynist um Suðuroyarfjørð.
Men alt veldst sjálvandi um prís.
? Strandferðslan hevur sett 1,8 millión av á fíggjarætlanini fyri komandi til at leiga suðuroyarskip fyri, tað tíðina, Smyril er í dokk.
Spurningurin er so, hvat ein katamaranur fæst fyri. Og spurningurin er um hetta er nóg mikið til ein so stóran katamaran, sum tað er neyðugt at útvega, fyri at nøkta tørvin á suðuroyarleiðini,
? Tí tað er púra greitt, at teir eru dýrir at leiga.
? Og teir eru uppaftur dýrari at leiga, tá ið talan er um eitt so stutt leigumál. sigur strandferðslustjórin.
Onkur hevur nevnt, at ein katamaranur kostar einar 100.000 krónur um dagin at leiga?
?Tað skal ikki undra meg, sigur Reidar Nónfjall.
? Tað gevur so tríggjar milliónir í ein mánaða.
Men tað er ein spurningur um, hvat vit fáa samráðst okkum fram til, leggur hann afturat.
Hann ger tó greitt, at verður talan um meiri enn 1,8 millión, má løgtingið játtað Strandferðsluni tað, sum restar í.
Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan leitar í løtuni á marknaðinum at vita, hvat kann lata seg gera.
Vilja hava skrivlig boð
Annars hevur Strandferðslan enn ikki fingið boð um at arbeiða víðari við tí nýggja suðuroyarskipinum.
Sum øll onnur, veit Reidar Nónfjall eisini, at samferðslunevndin í Suðuroy hevur hitt landsstýrismannin í samferðslumálum á máli.
Og sambært tíðindunum í útvapinum eftir fundin, skulu nú fýra suðuroyingar upp í projektbólkin, sum arbeiðir við tí nýggja suðuroyarskipinum.
? Tað skulu teir verða vælkomnir til, sigur Reidar Nónfjall.
Men hann vil hava skrivlig boð úr vinnumálastýrinum um, hvat nú skal henda.
? Vit fingu skrivlig boð um at bíða við fyrireikingunum til nýtt suðuroyarskip. ? Tí vilja vit eisini hava skrivlig boð um at taka arbeiðið uppaftur og um, hvussu tað skal gerast.
Og líka týdningarmikið er tað, at peningur verður játtaður til enamálið á fíggjarlógini fyri 2000, sigur Reidar Nónfjall.
Hann sigur, at skal arbeiðið halda fram nú, verður tað neyðugt at seta 1,5 millión av til tað komandi ár
Hann sigur, at Strandferðslan nú hevur biðið vinnumálastýrið um at fáa formlig boð um, hvussu nú skal farast fram og, hvussu arbeiðast skal víðari.
Men enn er svar ikki komið.