Barnaverndarstova Føroya skrivar at børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.
Umlættingarforeldur eru um eitt ella fleiri børn í nakrar dagar í senn, til dømis annað- ella triðjahvørt vikuskifti. Uppgávan hjá umlættingarfamiljum skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.










