Leita eftir føroyingum, sum eru ímóti grindadrápi

Fransmaður er í ferð við ein nýggjan film um grindadráp

 

- Eg haldi tíðin er komin at siga tykkara meining hart og alment.

Soleiðis málber Rúni Nielsen seg.

Hann er ein av fáu føroyingum sum alment viðurkenna, at teir eru ímóti grindadrápi.

 

Franski filmslistamaðurin, Vincent Kelner, er í ferð við at gera ein nýggja film um Føroyar, har grindadrápið er høvuðstátturin.

Og á Facebook síðuni hjá føroyingum, sum eru fyri at friða grindahval, sóknast Rúni Nielsen nú eftir føroyingum, sum eru ímóti grindadrápi og sum kunnu føra síni sjónarmið fram í filminum.

Leitað verður eftir fólki, sum kunnu føra síni sjónarmið hóvliga, ella ikki hóvliga, sum tikið verður til.

- Eg haldi tíðin er komin at siga tykkara meining hart og alment, leggur hann afturat.

 

Rúni Nielsen sigur, at Vincent Kelner hevur verið í Føroyum tríggjar ferðir í fjør í sambandi við filmin og hann roynir nú at finna føroyingar sum halda, at vit skulu halda upp at at drepa grind og sum vilja greiða frá sínum sjónarmiðjum í filminum.

 

Vincent kelner fylgdist nógv við Sea Shepherd í summar, men tá ið tað varð teimum greitt, at tey sluppu ikki at avgera innihaldið í filminum, mistu tey áhugan at tosa við hann.

 

Tey vóru eisini strævin at fáast við, tí tað vísir seg, at Sea Shepherd er rættiliga toppstýrt. Í hesum sambandi var tað ringt at fáa tey siga nakað, uttan at tað varð góðkent á hægsta staði.

 

Annars heldur Vincent Kelner, at tað er nógv áhugaverdari at hoyra sjónarmiðini hjá vanligum føroyingum enn tað er at hoyra sjónarmiðini hjá Sea Shepherd.

 

Rúni Nielsen vísir eisini á, at endamálið er ikki at gera ein film ímóti grindadrápi, men ein film, sum lýsir øll sjónarmið.

- Tað trýtur ikki at finna fólk, sum eru fyri grindadrápi, men tað er verri at finna fólk, sum eru ímóti grindadrápi, at stíga fram alment og grundgeva fyri tí.

- Vit kundu hugsa okkum at fingið fleiri at sagt sína hugsan alment, sigur Rúni Nielsen.

Hann heldur, at Sea Shepherd hevur køvt allar tær hóvligu røddirnar í Føroyum.

- Føroyingar eru siðiligir, eisini tá ið teir tosa um grind, og teir virða meiningarnar hjá hvørjum øðrum.

 

Men tað er týðiligt, at avleiðingin av, at Sea Shepherd hevur verið her, er, at tónin er hvestur munandi, tí Sea Shepherd vísir ikki virðign fyri føroyingum tí tey manipulera og elva til stríð.

- Hjá teimum snýr tað seg nevniliga bara um at sleppa í miðlarnar við tí endamáli at fáa fólk at lata teimum pening, heldur Rúni Nielsen.

 

Trýst HER og síggj ein brellbita av filminum hjá Vincent Kelner um grindadráp

 

- At Sea Shepherd er her og roynir at steðga grindadrápi, tænir ikki endamálinum yvirhøvur. Tað tænir ongum endamáli – uttan akkkurát at útvega felagsskapinum rúmd í miðlunum og stuðulspengar frá fólki.

Rúni Nielsen er sannførdur um, at skal grindadráp steðgast, má tað koma frá føroyingum sjálvum.

Trýstið uttanífrá elvir bara til móttrýst, leggur hann afturat.