Hevur tú ein stóran veðr, tak eina mynd av honum og send okkum. Vit vilja finna Føroya størsta veðr.
Tað eru bygdir í Føroyum, har menn av størsta álvara kappast um at hava størsta veðr. Og vit hava eisini frætt um veðrar, sum hava ligið langt oman fyri 100 pund, ja, líka upp í 112 pund.
Hevur tú ein veðr, sum liggur um 100 pund ella omanfyri, vildu vit ógvuliga fegnir havt eina mynd av veðrinum, antin sum livandi ella sum krov.
Lat okkum eisini vita, um talan er um ársgamlan veðr, tveir vetrar ella trý vetrar gamlan veðr.
Haldið tykkum ikki aftur, men sendið myndina til post@sosialurin.fo