Leita eftir fleiri valevnum

Fólkaflokkurin í Suður­streym­oy er kom­in væl á­leiðis við upp­still­ing­ini til bý­ráðs­val­ið, men nær list­in ver­ð­ur lið­ug­ur, dug­ir Jógv­an Poul­sen, for­mað­ur í val­fel­ag­num ikki at siga.
Fyribils eru tíggju nøvn kom­in á list­an, men tey ætla at fáa fleiri valevni.

Sunniva Bjarnastein, sum er renn­ari og fleiri ferðir hevur um­boð­að Før­oyar á Oyggja­leik­u­num, stillar upp. Hini eru Ella Sloan Müller, Poula Han­sen, Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Vagnur Jo­hann­e­sen, Bogi Andreasen, Heini Magnussen, Rói Poul­sen og Jógvan Poulsen.