Leita eftir ferðsluvinum

Við nýggjum slagorðum um ferðsluvinir og hjartarúm í ferðsluni, setir Ráðið fyri ferðslutrygd enn einaferð fokus á ferðsluna

Kunning, kunning og aftur kunning. Tað eru helst fremstu lyklaorðini í arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, tá ferðsluvanlukkur og ?óhapp skulu fyribyrgjast. Hesa vikuna verður so enn eitt stig tikið á leiðini móti málinum um 0-hugsjónina.

Betri ferðslumentan
Við átakinum, Hjartarúm, sum er á Torginum í SMS, verður fokus hesaferð sett á tann meira menninskjansliga partin av ferðslutrygdini. Hjartarúm merkir jú eisini, at vit skulu koma hvørjum øðrum við, og at vit skulu ansa eftir, hvussu vit fara um onnur fólk. Ikki minst er hetta av avgerandi týdningi í ferðsluni, har tankaloysi, sjálvsókni, ov høg ferð v.m. í ringasta føri kunnu hava ræðuligar avleiðingar.
Sum ein part av arbeiðinum at náa hesum máli, verður Ráðið fyri Ferðslutrygd nú eisini víðkað, soleiðis at almenningurin í størri mun fær lættari atkomu til stovnin.
Tað verður gjørt á tann hátt, at privat-persónar nú kunnu tekna seg sum ferðsluvinir. At gerast ferðsluvinir merkir fyrst og fremst, at hesi fáa eitt slag av atkomulimaskapi í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Atongd og talurætt til ársfundir er ein partur av hesum, men umframt hetta, so er endamálið fyrst og fremst at betra um ferðslumentanina.

Partur av politikkinum
Viðtøkurnar hjá RFF vórðu fyri tvemum árum síðani broyttar, soleiðis at latið varð upp fyri slíkum limaskapi. Fyrstu tíðina hevur talan tó bert verið um virki, sum partvíst hava verið ein partur av fíggjarliga grundarlagnum undir RFF, men sum so sanniliga eisini kunnu viðvirka beinleiðis til eina betraða ferðslumentan.
Aðrastaðni er tað vorðið alt meira vanligt, at ferðslupolitikkur eisini er ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá einum virki. Bæði tí hetta kann skapa ein betri trivna, men so sanniliga eisini tí alt fleiri virki hava sæð ein kontantan fyrimun í hesum. T.d. kann talan hjá einum stórum virki við nógvum bilum verið um eina rúgvu av spill-tíð og sjúkradøgum, tí fólk antin koma til skaða í ferðsluni, ella skulu nýta tíð og orku til at greiða støður, sum eru íkomnar í ferðsluni.

Ingi fyrsti vinurin
Umframt at kunna um nýggja møguleika at gerast ferðsluvinur, so hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini valt at nýta høvið til at innlima fyrsta vinin. Her hevði RFF valt at takka Inga Gunnarsson fyri tað stóra arbeiðið, sum hann sjálvboðið hevur framt nógvu seinastu árini.
Millum annað var tað Ingi, sum í 1999 tók stig til at fáa í lag dagin ferðsludeyða, og hevur hann her staðið fyri at kalla allari samskipanini av degnum síðani. Hartil hevur hann ígjøgnum ár og dag framt eitt velduga stórt arbeiði ferðslutrygdini at frama.