Leita eftir føroyskum tilnevningum til matheiðurslønir

Norðurlendska matheiðurslønin leitar eftir tilnevningum

Nú ber aftur til at gera tilnevningar til ársins EMBLU heiðurslønir.

 

Føroyar vunnu 3 av 7 bólkum í 2017, tá fyrstu Emblu heiðurslønirnar vórðu handaðar í Keypmannahavn. Heimablídnisskipanin vann sum besta matferðamál, Dímunargarður vann sum besti rávøruframleiðari og Leif Sørensen vann sum besti mathandverkari.

 

- Vit heita á føroyingar um at koma við nógvum tilmeldingum, so Føroyar aftur standa við einum sterkum liði í kappingini, sigur Granskingarsetrið iNova. 

 

Í Hørpuni í Reykjavík

Endamálið við Emblu er at styrkja vitanina um norðurlendskan mat og at fagna matmenning og nýskapan.

 

Í 2019 verður handanin í Hørpu í Reykjavík, samstundis sum Nordic Chefs Association skipar fyri ráðstevnu. Limirnir handan Emblu ynskja tilnevningar frá almenninginum, síðani er ein dómsnevnd í hvørjum landi sær, sum velur eitt umboð fyri hvønn flokk.

 

Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, hevur ábyrgd av Emblu við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Luttakandi londini eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og Føroyar.

 

Sjey ymsir flokkar

Á heimasíðuni hjá Emblu, emblafoodaward.com, ber til at gera tilnevningar innan hesar flokkar:

NORDIC FOOD PRODUCER 2019 (Rávøruframleiðari)

NORDIC FOOD ENTREPRENEUR 2019 (Matíverkseti)

NORDIC FOOD ARTISAN 2019 (Mathandverkari)

NORDIC FOOD COMMUNICATOR 2019 (Matsamskiftari)

NORDIC FOOD FOR MANY 2019 (Mat til mongdir)

NORDIC FOOD DESTINATION 2019 (Matferðamál)

NORDIC FOOD FOR CHILDREN AND YOUTH 2019 (Mat til børn og ung)

 

 

Øll kunnu gera tilnevningar, og evstamark at lata tilnevndingar inn er 31. mars 2019.