Leita eftir føroyskum filmsleikarum

Nú verður høvi at lata seg royndarfilma til norska filmin »Buzz Aldrin«, sum verður tikin upp í Føroyum í summar

Sunnudagin 29. Mars verður royndarfilming til norska sjónvarpsfilmin í fýra pørtum, sum byggir á skaldsøgu eftir Johan Harstad.

 

Royndarfilmingin fer fram í hølunum hjá ?Klippfisk?, í J.H. Schrødersgøtu í Havn.

 

Tað einasta, tú skal gera, er at fyrireika eina stutta søgu, umleið 3 minuttir, sum tú skalt fortelja á donskum/norðurlendskum.

 

 

Í fyrstu atløgu verða øll filmað. Síðan verður valt út til annað umfar.

 

Filmsliðið leitar eftir persónum til hesar leiklutir:

 

Ennen, genta /kvinna (25 - 29 ár)

Palli, maður (35 - 38 ár)

Anna, kvinna (29 ? 34 ár)

Eyðdis, genta/kvinna (24 - 27 ár)

Sofus, smádrongur (7 ? 12 ár)

Bergur, maður (45 ? 55 ár)

 

Filmurin verður tikin upp í summar frá 15.juni til uml. 20 juli. Til ber eisini at tekna seg sum statistur.

 

 

Ynskir tú at vita meir, kanst tú venda tær til Eyð Matras, tlf.270889 eymatr@post.olivant.fo

 

Tilmelding: 270889 ella á eymatr@post.olivant.fo í seinasta lagi fríggjadagin kl. 18.00.