Leita eftir føroyingum í Grimsby

Grimsby Telegraph skrivar um eftirlýstar føroyskar eftirkomarar.

Steffen Stummann Hansen úr Leirvík hevur heitt á fólk í Grimsby at hjálpa sær at finna fram til eftirkomarar hjá føroyskum tilflytarum.

 

Í gjár skrivaði lokala tíðindablaðið í Grimsby, Grimsby Telegraph, at ein úr Føroyum hevði vent sær til teirra við eini mynd í vón um at finna fram til eftirkomarar hjá Osvaldi Midjord. Osvald varð føddur í Fuglafirði í 1875 og giftist til Onglands meðan hann sigldi upp á Grimsby sum tannáringur. Sambært fólkateljingini í 1911, hevur Steffen staðfest hjúnini Osvald og Elizabeth Midjord at búgva í Grimsby júst tá.

 

Tey fingu eingi børn, men Elizabeth átti ein son frammanundan, sum tók eftirnavnið Midjord, tá ið mamma hansara giftist Osvaldi. Drongurin æt Frederick Midjord, og tað eru eftirkomarar hansara, sum Steffen vónar at fáa samband við.

 

Steffen Stummann Hansen er farin undir at skriva eina bókarøð um søguna hjá Fuglafirði, og tað er í tí sambandinum, at hann ynskir at frætta nærri um Osvald Midjord.