Leita eftir Føroya størsta narko-baróni

Hann er dømdur fyri umfatandi sølu av rúsevnum í Føroyum, men nú finna hvørki løgreglan í Føroyum ella í Danmark mannin og sostatt er hann higartil sloppin undan einum stórum parti av revsingini

Høvuðsmaðurin í Føroya størsta narkotikamáli, er horvin.

Seinastu tíðina hevur løgreglan bæði í Føroyum og í Danmark leitað eftir manninum, men alt til fánýtis.

Og tað elvir nú til trupulleikar, tí umframt langa fongsulsrevsing, varð maðurin eisini dømdur at rinda fleiri hundraðtúsund krónur.

Men nú maðurin er horvin, ber heldur ikki til at fáa fatur á pengunum.

Maðurin varð nevndur sum høvuðsmaður í stóra rúsevnamálinum, sum var í Føroyum í 2002.

Umframt drúgva fongsulsrevsing, varð hann eisini dømdur at betala 550.000 krónur, men tær hevur løgreglan onki sæð til enn.

Vanliga er fyrningarfreistin fimm ár, so fyri at sleppa undan at kravið móti manninum skal fyrnast og sostatt detta burtur, er málið aftur nú lagt fyri rættin.

Og bú hevur rætturin so avgjørt, at fyrningarfreistin verður longd, til maðurin er funnin.

Men tað kann vísa seg at vera torført.

Seinastu tíðina hevur løgreglan í Føroyum og í Danmark leitað eftir manninum, men hann er farin undir jørð og er sostatt heldur ikki at finna.

Talan er um ein dana, sum hevur búð í Føroyum í mong ár.

Men hann hevur ongan skrásettan bústað, hvørki í Føroyum ella í Danmark og tí kann hann verða torførur at finna.

Men nú skal so løgreglan so leita meiri gjølla eftir honum, tí ætlanin er ikki at sleppa málinum.


Høvuðsmaðurin

Narkomálið, sum hann varð høvuðsmaður í, vardi tað mesta av 2002 og tað endaði við, at hann var dømdur at sita í trý ár og at betala 550.000 krónur, sum varð mett at vera tann inntøka, hann hevur havt av søluni í Føroyum.

Harafturat skuldi hann betala sakarmálskostnaðin, sum varð ásettur til 140.000 krónur.

Men løgreglan hevði onga hóming av, hvar peningurin var goymdur og enn hava tey so heldur ongan pening sæð.

Hetta var tað mest umfatandi rúsevnamálið í Føroyum nakrantíð og í hesum samband vóru húsarannsóknir bæði í Føroyum og í Danmark og ein rúgva av fólki vórðu handtikin og ákærd í málinum, har løgreglan avdúkaði eitt heilt kervi av seljarum, smugglarum og keyparum í Føroyum.

Úrslitið var ein røð av dómum, men høvuðsmaðurin fekk so nógv tann harðasta dómin.

Talan var bæði um hassj, amfetamin og kokain og eitt vitni í málinum kallaði hann tann ”leiðandi rúsevnaseljaran í Føroyum” og rætturin var samdur í, at tað í stóran hann, sum skipaði fyri at smuggla og selja rúsevni í Føroyum ígjøgnum langa tíð.

Tá ið málið var fyri, helt ákæruvaldið fast við, at hann hevðu forvunnið 1,3 millión uppá rúsevnasølu, men óvissa er um nøgdir og prísir og tí varð avgjørt, at hald skuldi leggjast á 550.000 krónur.